Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0

Bókaummæli

Ole-Magnus Olafsrud: Har sum tú ert

Bókaummæli:

Bókin, sum hevur undirtittulin “Kristin í gerandisdegnum”, byrjar við orðunum: ‘Men hendan dýrgripin hava vit í leirkeri’ (2 Kor 4,7), og hesin fyrsti parturin snýr seg um tey menniskju, sum síggja út til at hava alt sítt uppá tað reina, men tá ein so kemur teimum nærri, til dømis í eini samtalu, ella er saman við teimum í øðrum høpi, so sær ein, at tey eru líka sárbær sum vit onnur.

Og hvør er so okkara leiklutur? Jú, tað snýr seg meira um at vera enn at gera, um nærveru og at...

Les meira →


Einastandandi bók um trúvirðið í evangeliunum

Bókaummæli:

Stefan Gustavsson: “Skeptikerens guide til Jesus 1”
Jesus úr Nasaret er heimsins kendasti persónur og hevur ávirkað heimssøguna meira enn nakar annar. Tó siga nøkur fá, at Jesus ongantíð hevur livað, meðan mong onnur siga, at hann var til, men at tekstirnir um hann eru íspunnar søgur, sum ikki hava nógv við veruliga søgu at gera. Tí roynir høvundurin í hesi bókini at fara til botns við spurningunum um Jesus. Hevur hann livað? Hvussu trúverdigir eru tekstirnir um hann? Eru evangeliini verulig søga um ein veruligan persón, ella eru tey “bert” átrúnaðarlig skjøl? Hvussu kann...

Les meira →


Keyp kristiligar bøkur á netinum

Heimamissiónsforlagið gevur javnan út føroyskar bøkur, bæði nýggjar og umsettar. Nú er møguligt at keypa hesar og nógvar aðrar á nethandlinum á keyp.mission.fo

Nýggi nethandilin ger tað einfalt at leita eftir áhugaverdum kristiligum lesnaði, at bíleggja og fáa tað borið beinleiðis til dyrnar. 

Kristiligur lesnaður er týdningarmikil til uppbygging og lærdóms í kristna lívinum. Á nethandlinum finnur tú bøkur um parlag, kynslív, trúarlív, lærusveinaskap, kirkju- og samkomulív, skaldsøgur, lívssøgur og mangt annað.

Leita ígjøgnum okkara stóra nethandil her.

Les meira →