Einastandandi bók um trúvirðið í evangeliunum
Bókaummæli:
Stefan Gustavsson: “Skeptikerens guide til Jesus 1”
Jesus úr Nasaret er heimsins kendasti persónur og hevur ávirkað heimssøguna meira enn nakar annar. Tó siga nøkur fá, at Jesus ongantíð hevur livað, meðan mong onnur siga, at hann var til, men at tekstirnir um hann eru íspunnar søgur, sum ikki hava nógv við veruliga søgu at gera. Tí roynir høvundurin í hesi bókini at fara til botns við spurningunum um Jesus. Hevur hann livað? Hvussu trúverdigir eru tekstirnir um hann? Eru evangeliini verulig søga um ein veruligan persón, ella eru tey “bert” átrúnaðarlig skjøl? Hvussu kann ein meta um trúvirðið hjá fornum keldum? Høvundurin roynir at venda hvørjum steini fyri at finna út av, hvat vit í grundini kunnu vita um Jesus.
Henda bókin er fyrra bind. Seinna bind, sum ikki er komið út á donskum enn, fer víðari og spyr, hvør persónurin Jesus úr Nasaret í grundini var.
Seinastu árini eru fleiri góðar bøkur útkomnar, sum frá ymiskum sjónarhornum viðgera skrivligu keldurnar til Jesus úr Nasaret, herundir trúvirðið hjá teimum fýra evangeliunum í Nýggja Testamenti. Til dømis “Den ukendte Jesus” eftir Oskar Skarsaune, “Jesus & Apokryferne” eftir Peter Olsen og “Hvem skabte Bibelen?” eftir Henrik Nymann Eriksen. Hóast “Skeptikerens guide til Jesus” hoyrir til sama bólk av bókum, skarar hon framúr, bæði av síni greiðu og sannførandi próvførslu og síni pedagogisku og greiðu uppseting.
Tað serliga við hesi bókini er, at Stefan Gustavsson sum so ofta vendir sær serliga til skeptikaran. Tað er tann, sum ikki trýr hvørjum sum helst, men vil hava haldgóðar grundgevingar, og tí er opin fyri veruliga at kanna spurningarnar nærri.
Høvundurin gjøgnumgongur eina røð av góðum søguvísindaligum grundgevingum fyri trúvirðinum hjá evangeliunum, eisini úrslitum frá nýggjari gransking. Hann gjøgnumgongur eisini aðrar keldur, sum siga nakað um Jesus og/ella eftirfylgjarar hansara, og samanber síðani. Í átta samanhangandi grundgevingum vísir hann á, hvussu einastandandi góðar keldur evangeliini í grundini eru. Grundgevingarnar snúgva seg um dagfestingina av evangeliunum, forsøguna hjá tekstunum, frásagnirnar hjá eygnavitnunum, samanhangin millum sjálvar hendingarnar og niðurskrivingina av teimum, jødiska kontekstin í 30-árunum, nýggj granskingarúrslit um persónsnøvn, samleikan hjá høvundunum, og at teir eru ærligir um óhepnar sannleikar. At enda viðger Gustavsson spurningarnar um feilir og mótsagnir og um varðveittu handritini.
Allan vegin megnar høvundurin at skriva greitt, logiskt samanhangandi, pædagogiskt og lættlesiligt. Bókin er tí skjótt at lesa, tó at boðskapur hennara sjálvandi kann seta lesaran í gongd við at grunda djúpari enn áður um teir spurningar, hon viðger.
Høvundin grundgevur fyri, at tey, sum trúgva boðskapinum í evangeliunum, í grundini hava fastari grund undir fótum enn tey, sum trúgva, at tað mesta eru íspunnar søgur. Høvundurin heitir tí eisini á sokallaðu kritisku granskingina um at liva betur upp til síni egnu ideal, tí hon hevur lyndi til at vera hyperkritisk móti evangeliunum, men ókritisk móti sínum egnu fortreytum og arbeiðshættum. Við øðrum orðum er málið hjá høvundinum at viðgera evangeliini eftir somu kriterium sum allar aðrar keldur frá somu tíð, meðan hann finst at kritisku granskingini fyri ikki at gera tað. Í forleingilsi av hesum vísir hann at enda í bókini eisini á, at størsta mótstøðan móti trúvirðinum í evangeliunum er ikki vísindalig, men filosofisk. Á tann hátt er bókin frígerandi lesnaður fyri tann, sum veruliga grundar yvir spurningin um Jesus og keldurnar til hansara lív. Vit kunnu vita eina rúgvu um Jesus!
Bókin fær mítt allarbesta viðmæli. Hon vendir sær til skeptikaran, men er ein fongur fyri ein og hvønn, sum vil vita og ikki bara gita, um tey fýra evangeliini í Nýggja Testamenti eru trúverdig.
Øssur Kjølbro
---
Trýst her fyri at keypa bókina.
Viðmerkingar
Skriva eina viðmerking