Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Brekið og møguleikin

199,00 kr

Hin heilagi Guð hevur skapað menniskjað í síni egnu mynd. Lívið er lívrunnið og givið av honum, ið heilagur er. Kristnin er sett til at fara væl um lívið og geva tí bestu sømdir.
Lívið er heilagt alt frá gitnaði til seinasta andadrátt. Í kristnu trúnni røkkur lívið væl longri enn til gravarbakkan. Kristnin trýr, at vit evsta dag í Jesu navni rísa upp av deyða og grøv til eitt ævigt lív í Guðs ríki.
Vit eru nógv foreldur, ið hava biðið fyri børnum okkara í móðurlívi. Tað er ein lívsælur friður yvir hesi gerð, at børnini í móðurlívi verða løgd í Harrans hendur. Vit vita ikki, hvat møtir á lívsleiðini ta tíð, ið mamman ber barnið undir brósti.
Tað er einans eitt slag av menniskjum, og tað er menniskjan.