Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Det Meningsfulde Ægteskab

Útselt
300,00 kr

Det meningsfulde ægteskab

Ein kann gott kalla bókina fyri eina støðisbók í kristnum hjúnalagi: Hon setur karmin, greiðir misskiljingar og gevur avbjóðingar til bæði trúlovað, gift og støk.

Timothy Keller er prestur í Redeemer Presbyterian Church í New York, og hevur skrivað eina langa røð av bókum, har fleiri eru týddar til danskt.

Í bókini skrivar Keller saman við sínum hjúnafelaga, Kathy, eina røð av gløggum íkøstum um teir berandi lutirnar í hjúnalagnum.

Tey koma eisini við atfinningum móti teimum áskoðanum um parlagið, sum eru frammi í okkara tíð, har tað snýr seg um at finna tann einasta eina, har romantikkur verður tann týdningarmesti parturin í einum góðum hjúnalagi, har tín hjúnafelagi er til fyri at hjálpa tær við at fremja tínar menningarmøguleikar, har hjúnalagið ikki varar alt lívið, men bara inntil víðari o.s.fr. o.s.fr.

Rithøvundur: Kathy & Timothy Keller
Forlag: Credo
Útgivin: 2013
Blaðsíður: 135