Han gør alting nyt
200,00 kr
Ein fær køna vegleiðing um endatíðina í bókini hjá Jørgen Hedager Nielsen. Bókin er bygd á eitt nágreiniligt arbeiði við teimum bíbilsku skriftunum, og fleiri ferðir lesa vit um ymiskar tulkingarmøguleikar. Ikki allar gátur verða loystar, men ein fær góða hjálp til at kunna seg um teir týdningarmiklu spurningarnar um Jesu afturkomu. Hvat fer at henda undan, í samband við og aftaná Jesu afturkomu? Mælt verður til at lesa bókina, og hon er ikki trupul at lesa. Jørgen Hedager Nielsen orðber seg klárt og týðuliga og ofta við løttum formuleringum.
Rithøvundur: Jørgen Hedager Nielsen
Forlag: Lohse
Útgivin: 2016
Blaðsíður: 246