Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Helvede og en kærlig Gud

Útselt
100,00 kr

Er tað møguligt at síggja glatanina og helviti sum eina síðu av Guds kærleika?
Um ein tekur Jesu orð fyri fult, kemur ein ikki uttanum, at tað finst eitt veruligt helviti. Men tey flestu av okkum goyma hesa hugsan niðri í einum lítlum og væl fjaldum horni í okkara tilvitsku, hagani vit sera sjáldan hava hug til at taka hana fram. Mong hava ilt við at skapa samljóð millum trúnna á Guds kærleika og bíbliunnar greiðu talu um helviti. Hvussu sameina vit trúnna á Guds markleysa kærleika við tann veruleika, at Jesus ofta tosar um glatan og helviti sum ein veruleika?
Henda bókin er ein roynd at loysa hendan trupulleikan. Høvundurin ger tað uttan at koma við lættkeyptum frágreiðingum og við tí endamáli at hjálpa okkum at varðveita trúnna á Guds kærleika – eisini tá vit vera sett andlit til andlits við at helviti er ein veruleiki.

 

Rithøvundur: Claus Tøndering
Forlag: Logia
Útgivin: 2007
Blaðsíður: 122