Hul i hjertet
150,00 kr
Ynskið um at fáa børn liggur sum ein djúpur longsul hjá allarflestu pørum, men bara í Danmark hevur fimta hvørt par trupulleikar við at fáa børn. Tað er ein trupulleiki, sum kann hava stórar avleiðingar bæði fyri viðkomandi pør og teirra umhvørvi. Bókin 'Hul i hjertet' er ein útrætt hond til teirra, sum sjálvi stríðast við brostnar familjudreymar og teirra netverk. Greinarnar í bókini eru tí skrivaðar av fólki, sum á ymsan hátt hava royndir við óviljaðum barnloysi. Bókin ynskir at vísa, hvussu ein kann halda fast í vónini og skapa nýggjar framtíðardreymar, hóast dreymurin um børn ikki gjørdist veruleiki, soleiðis sum ein hevði ætlað.
Rithøvundur: Steen Møller Laursen
Forlag: Lohse
Útgivin: 2016
Blaðsíður: 141