Hvisken i vinden
Rómverjar hava lagt Jerúsalem í oyði. Hadassah, ein ung jødisk genta, kemur livandi frá tí, tá ið familjan verður myrd, men verður tikin til fanga og verður seld einari múgvandi keypmansfamilju. Eftir at vera komin til Róm verður hon noydd til at arbeiða sum persónligur trælur hjá Juliu Valerian, spiltu og sjálvsøknu dóttrini í familjuni.
Hadassah berjist fyri at ganga í Jesu fótafetum og vera um síni harrafólk á ein hátt, sum heldur seg til hansara læru, og samstundis er hon noydd til at fjala trúnna, um hon skal koma undan við lívinum. Ørkymlað og einsamøll við ongum uttan trúnna at krøkja seg í, roynir hon í smáum at fáa Gud inn í lívið hjá vaktarmonnunum. Uttan fyrilit, brátt og meinfýst roynir Julia við hvørt høvi at fáa støðið undan Hadassuh. Men beiggi Juliu, Marcus, er heilt øðrvísi.
Er tað møguligt fyri kærleikan millum Hadassuh og Marcus at vaksa, hóast teirra støða í lívinum er ymisk, og hóast ein gjógv er millum trúnna hjá Hadassuh og vantandi trúgv uppá nakað hjá Marcusi.
Samstundis er Atretes, ein fangatikin soldátur úr Germania, tvingaðir til at verða gladiatorur. Stórleikatíðin hjá rómverjararíkinum gongur aftur á hond, og mentanin er við at oyðileggja seg sjálva – og tað er eitt sterkt baktjald fyri ráa stríðnum fyri at yvirliva í arenuni.
Hvisken i vinden eftir Francine Rivers er fyrra bók í røðini “Løvens mærke”.
Rithøvundur: Francine Rivers
Forlag: Scandinavia
Útgivin: 2014
Síðutal: 671