Ikke til at standse
Bókin snýr seg um at trúgva og at virka í trúgv. Tú kanst trúgva á teg sjálvan og tíni evni, men fyrst og fremst mást tú trúgva á Guds kærleika, og hansara ætlan við tínum lívi.
Milliónir av fólkum kring heimin kenna smílandi andlitið á Nick Vujicic og hansara glaða boðskap. Nick er føddur við ongum ørmum og beinum, og hann hevur vunnið á síni truplu tilveru við at fokusera á, at Gud hevur skapað hann við einum serligum endamáli, at lív hansara hevur óendaligt virði, og at hann hevur nógv at geva øðrum. Hann hvílir í vissuni um, at Gud altíð er við sær, uttan mun til hvussu vónleyst lívið kann tykjast at vera.
Er tú til reiðar at lata teg eggja og hugvekja av einum manni, sum hvørki hevur armar ella bein?
Rithøvundur: Nick Vujicic
Forlag: ProRex
Útgivin: 2014
Blaðsíður: 186