Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Janusarfriður

50,00 kr

>> tú veist væl, hvat eitt janusarhøvur er, ikki so? <<

Janus nikkaði. Hann visti, at navn hansara var eftir einum rómverskum gudi við tveimum andlitum. andlitini vendu hvørt sín veg.
Soleiðis er at trúgva! tú hevur tvey andlit.
Annað vendir móti nýggja lívinum í tænastu og reinleika. Hitt vendir móti gamla lívinum í sjálvsøkni g synd. Tú hevur bæði andlitini, Janus, alla tíðina! Í tær eru tveir viljar!

Við søguni um ein ungan studentaskúlanæming leggur Mikkel Vigilius dent á ein sermerktan spurning. Vit fylgja Janusi í einum týdningarmiklum skeiði í lívi hansaram har lívið er trupult og dapurt. Hann hittir Arild, sum lýsir ivan. og hann hittir Christian, sum veit, hvussu ein kann fáa góð viðurskifti við Gud.
Á leiðini hendir nógv spennandi, sum lesarin upplivir ígjøgnum Janus, til dømis, tá hann hittir Onnu...

Janusarfriður er bæði skemtingarsom og álvarsom bók. Hon snýr seg um ein ungan drong við kristnari uppaling - ætlað ungum, sum fegin vilja trúgva á Jesus, men vita, hvussu trupult tað kann vera. Søgan er so væl sett saman, at mong vilja ivaleyst, at hon helt fram.
Tað ger hon á ein hátt - í lívið lesarans...