Jeg bor i mørke, men Herren er mit lys
150,00 kr
Heitið er sera rámandi til hetta yrkingasavnið.
Í gjøgnum 37 yrkingar og nógvar málningar setur høvundurin orð og litir á sítt samband við myrkrið. Yrkingarnar eru býttar í tríggjar partar: Deyðans myrkur, roynslunnar myrkur og tunglyndis myrkur.
Yrkingarnar hava ikki nakran eydnusaman enda, og hava ikki nakra loysn upp á tað myrkur, sum møtir okkum í lívinum, men tær vísa greitt á tann einasta, sum hevur vunnið á myrkrinum: Jesus Kristus!
Rithøvundur: Leila Drachmann Vigilius
Forlag: LMBE
Útgivin: 2019
Blaðsíður: 100