Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
Et år med Luther

Et år med Luther

250,00 kr

“Et år med Luther” hevur í sær 366 tekstir frá manninum, sum byrjaði trúbótina í 1517. Í bókini kanst tú hvønn dag møta Martini Luther í hansara bersøgni og serstaka aktualiteti. 500 ár eftir eru hansara tekstir enn kveikjandi og viðkomandi.

Bókin hevur í ymiskum útgávum verið atkomulig á donskum síðan 1740 við heitinum “Dr. Martin Luthers bibelske Skatkiste”, men nú er hon her í heilt nýggjari útgávu við kelduávísingum, frágreiðing og umseting, sum Ove Paulsen, fyrrverandi sóknarprestur, hevur staðið fyri.

Luther er ein meistari í at skriva stutt, greitt og uppbyggiligt í senn. Tað er ikki neyðugt at aktualisera hann; hann talar fyri seg sjálvan enn í dag, skrivar Eberhard Harbsmeier í fororðinum.

 

Rithøvundur: Martinus Luther
Forlag: Lohse og LogosMedia
Útgivin: 2016
Blaðsíður: 479


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum