Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
Gud taler

Gud taler

200,00 kr

“Hann var góður í dag”

Tað søgdu fiskimenninir ofta hvør við annan, tá ið teir á morgni møttust við bátarnar í einari svenskari fiskibygd. Tað kundi vera vandamikið, tá ið teir vóru úti á havinum. Men hvønn morgun lósu teir í andaktsbókini hjá Rosenius. Tá ið hann skrivaði um náðina í Kristi, høvdu teir nakað, sum bar teir. Teir vistu ikki, hvat dagurin bar. Men Rosenius gav teimum eitt orð, sum teir kundu byggja á. Eitt orð, sum bar í lívi og deyða.

“Gud taler” er ein málsliga dagførd og stytt útgáva av andaktsbókini hjá C. O. Rosenius, sum hevur verið lisin gjøgnum fleiri ættarlið.

Andaktsbókin hjá Rosenius kom út á fyrsta sinni á svenskum í 1873. Andaktirnar eru brot úr greinum, sum hann skrivaði til tíðarritið “Pietisten”.


 
Rithøvundur: Carl Olof Rosenius
Forlag: Logos media
Útgivin: 2015
Blaðsíður: 374


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum