Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 800 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

På vej til Emmaus I - januar - juni

300,00 kr

Teir báðir lærusveinarnir, sum páskamorgun vóru á veg til Emmaus, fingu – uttan at teir í fyrsta umfari vistu av tí – vitjan av tí upprisna Jesusi. Og so fingu teir ein bíbliutíma, sum mong kristin síðani tá hava misunt teimum, har Jesus greiddi teimum frá tí, sum stóð um hann í allari Skriftini.
Vit vita ikki nágreiniliga, hvørjar bíbliutekstir Jesus tók støði í hendan dagin, men tað er neyvan ivi um, at hann hevur verið í mongum av teimum støðunum, sum Niels Jørn Fogh skrivar um í hesi andaktsbókini.

Gjøgnum hesi gjølla útvaldu skriftbrot úr øllum bíbilsku skriftunum, vísir hann á hann, sum alt snýr seg um: tann upprisna Kristus, sum møtti teimum báðum monnunum á veg til Emmaus, og sum eisini ynskir at møta einum og hvørjum av okkum í dag.