Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
Så fast en borg

Så fast en borg

200,00 kr

Andaktir til alt árið eftir Martin Luther.

“Vár Gud er føst og haldgóð borg, har vit væl vardir standa.” Soleiðis byrjar Martin Luther sín helst kendasta sálm. Tað er hagar, Luther ætlar sær við sínum andaktum: Inn í ta føstu borgina, har vit kunnu verða varðveitt – móti Guds vreiði yvir syndina og móti djevulsins og heimsins álopum.

Guds fasta borg er frelsan í Jesusi, og borgarliðurin er Guds orð. Tá ið hann leggur út Guds orð, leiðir Luther okkum gjøgnum liðið inn í ríkidømið í Jesu frelsu. Gleðiboðskapurin um Jesus er høvuðsboðskapurin í Guds orði. Luther rættir tí einstaka lesaranum gleðiboðskapin, tí, sum hann sjálvur sigur tað, “alt tað, sum kann verða sagt um Jesus, hjálpir okkum ikki, fyrr enn vit hoyra, at tað er til okkara, at tað verður sagt, til okkara gagn og gleði.”

 

 

Rithøvundur: Martinus Luther
Forlag: LMBE
Útgivin: 2017
Blaðsíður: 416


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum