Søgubíblian um Jesus
GUDS STÓRA FRELSUSØGA
„Søgubíblian um Jesus“ sigur Søguna, sum liggur undir øllum søgunum í Bíbliuni. Øll Bíblian má til fyri at siga hesa Søguna. Og í miðdeplinum í hesi søguni er eitt barn, Barnið, sum alt hvílir á. Frá Nóa til Móses til Dávid kong, teska allar søgurnar hansara navn. Jesus er sum burturblivna pettið í putlispælinum – pettið, sum fær øll hini at passa saman.
„Søgubíblian um Jesus“ er søgd og myndprýdd so vakurt, so børn sjálv kunnu uppdaga, at Jesus er í miðdeplinum í Guds stóru frelsusøgu – í miðdeplinum í teirra egnu søgu eisini.
"Søgubíblian um Jesus er ein avbera góð barnabíblia, sum tekur teg gjøgnum nógvar týdningarmiklar søgur úr Bíbliuni, og vísir á, hvussu øll Bíblian peikar á Jesus. Hettar er alt væl gjørt við litríkum og góðum tekningum, og einum barnavinarligum og til tíðir skemtiligum oðravali. Tað er fleiri ferðir, at bókin lýsir eitt annarleiðis sjónarhorn enn man er vanur við, ella lýsir bíbilsøgurnar við orðum, sum ein kanska ikki hevði væntað. Tað ger hesa barnabíbliuna nýhugsandi og áhugaverda."
– Jóhan Hansen, barna- og familjuráðgevi í Heimamissiónini