Alt mit er dit
Útselt
50,00 kr
»Alt mit er dit« er ein lærubók, sum leggur dent á, hvat Bíblian og harvið Gud hava at siga um pengar. Hvussu bera vit okkum sum kristin at viðvíkjandi ríkidømi? Hvussu umsita vit teir pengar, sum vit hava fingið at ráða yvir?
Hóast Bíblian ikki ráðgevur nágreiniliga um, hvussu vit klókast gera íløgur í ta ógreiðu fíggjarligu støðuna í heiminum, síggja vit, at hon hevur rættiliga nógv at siga okkum um, hvussu vit skulu fyrihalda okkum til pengar, og hvørji virðir vit eiga at lata okkum verða stýrd av.