
Den anden side
Skaldsøgan er bygd á veruligar hendingar um fýra ungfólk við fýra ymiskum lívsleiðum, sum fara tvørturum hvørja aðra.
Svimjarin Katrine fær sera góð úrslit og hevur lívið frammanfyri sær, men tilveran fær eitt bakkast, tá unnusti hennara narrar hana. Samstundis flytir Alejandro úr Karibia til Spania fyri at royna eydnuna sum tannlækni. Vit fylgja eisini Dennis, sum lesur til arkitekt, og har alt gongur sum eftir ánni, men innast inni leitar hann eftir meiningini við lívinum. Og Maria, sum gjøgnum meginpartin av sínum uppvøkstri hevur verið eitt sindur forfjónað, men finnur røttu hillina.
Bókin er ein verulig søga um eina felags leitan eftir sannleikanum, stórum iva og nýggjari trúgv – tvørtum um mentanir og sosialar støður í landslagnum millum svimjihallir, arkitektskúla og kaffistovurnar í Barcelona.
Forfatteren
Trine Aybar er fødd í 1989 í Aarhus. Útbúgvin arkitektur og arbeiðir sum verkætlanarleiðari. Frítíðin verður t.d. brúkt at skriva bøkur, gera listaverk, ýðka og sjálvandi granska Bíbliuna. Er gift Mario og
mamma Siena 7 ár og Paulu 4 ár. Býr í Viborg og koma í Nordkirken við Ålborg.