Tillid, glæde og kærlighed
“Vilhelm Beck doyði í 1901 eftir at hava verið leiðari fyri Indre Mission, og í sínum minningarorðum skrivaði tann grundtvígski rithøvundurin Morten Pontoppidan, at ljóðførið hjá Beck hevði verið ein kraftamikil trompet, sum bert hevði fáar, men góðar og gellandi tónar.
Hesi orð runnu mær í hug, meðan eg las hesa jubileumsbókina. Í 50 ár hevur Dansk Bibel Institut blást í sína trompet, og tað eru altíð komnir týðiligir tónar út. Fyri luthersku kirkjuna hava tónarnir verið góðir. Trúskapur mótvegis Bíbliuni sum Guds orði hevur verið hildið ósvikaliga fast við. Ikki minni týdningarmikið hevur tað verið, at DBI eisini hevur vilja miðla tann bíbilsk-lutherska kjarnuboðskapin um frelsu av náði og við trúgv.
Hesi hjartamál seta sín dám á greinarnar í hesi bók, sum ein tí kann gleða seg til at lesa.”
Kurt E. Larsen, professari við Meinigheitsfakultetið
Rithøvundar: Ellen Lodahl Pedersen, Carsten Elmelund Petersen og Børge Haahr Andersen
Forlag: Kolon
Útgivin: 2022
Blaðsíður: 124