Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 800 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Timotheusbrevene og Titusbrevet

Útselt
300,00 kr

Timotheusarbrøvini og Titusarbræv – Pastoralbrøvini undir einum – eru hirðabrøv í dupultum týdningi: Fyri tað fyrsta leggur Paulus áherðslu á týdningin av, at tað verða valdir guðsóttandi og sáttligir leiðarar – ella hirðar – fyri tær kristnu meinigheitirnar.  Fyri tað næsta ber hann fram pastorala umsorgan fyri teimum medarbeiðarunum , sum brøvini eru skrivað til. Paulus er sera upptikin av støðuni í meinigheitunum, bæði í teirra skipan, meinigheitslívi og tí evangelium, sum verður boðað. Hann ávarar ímóti persónum og bólkum, sum breiða út falslæru, og vísir fleiri ferðir  móttakarunum á at vera uppmerksamir uppá ta sunnu læru, sum førir til gudsótta. Í framhaldi av hesum leggur hann dent á týdningin av trúfesti og úthaldni í tænastuni. Við apostólskari heimild stígur Paulus fram í brøvunum sum ein hirði fyri meinigheitirnar.

 

Credo kommentaren

Credo Kommentaren er ein hent handbók bæði í tí persónliga bíbliulestrinum og í einum bíbliubólki. Bókin er ein virðismikil hjálp fyri allar trúboðarar og teimum ið læra.
Í bókini verður í stuttum greitt frá bakgrund og uppruna, sniði og sereyðkenni, høvunda og samtíð í hvørjari einstakari skrift. Síðani verður gjøgnumgingið vers fyri vers við frágreiðing um smálutir og samanhang, og við eini samanumtøku av innihaldi og boðskapi.
Ávísingar til vísindaligar bókmentir og frágreiðingar av smálutum í grundtekstinum eru fyri tað mesta settar upp sum viðmerkingar.