Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Den kærlighed som sætter fri

249,00 kr

Gullfepurin í Carlifornia í 1850. Ein tí, tá ið menn seldu sína sál fyri ein posa av gulli, og kvinnur seldu sín kropp fyri eitt stað at sova.

Angel væntar sær einki annað enn svik frá monnum. Sum barn varð hon seld til skøkjulevnað, og nú yvirlivir hon við at halda sínum hatri í lívi. Og tað, sum hon hatar allarmest, eru teir menninir, sum brúka hana og fara frá henni tómari og deyðari innan.

So møtir hon Michael Hoseas, einum manni, sum leitar eftir hjartanum hjá sínum himmalska faðiri í øllum. Michael Hoseas lýðir á Guds kall um at giftast við Angel og elska hana treytaleyst. Spakuliga dag um dag treiskast hann móti beisku væntanini hjá Angel, til hennara frysta hjarta spakuliga tiðnar hóast alla hennara mótstøðu.

Men við óvæntaðu mýkingini kemur eisini ein ovurhonds kensla av ótta og ein beisk viðurkenning av at vera óverd. So Angel rýmir. Aftur í myrkrinum, burturi frá kærleikanum hjá manninum, rædd fyri tí sannleikanum, sum hon ikki longur kann avnokta, at hennara endaliga grøðing má koma frá tí eina, sum elskar hana meira enn Michael Hoseas... tí eina, sum ongantíð sleppir henni.

 

Rithøvundur: Francine Rivers
Forlag: Scandinavia
Útgivin: 2005
Blaðsíður: 500