
BibelÅbner
70,00 kr
Bókin er til tín, sum nýliga er byrjaður at lesa í Bíbliuni, og fegin vil hava eitt amboð til at koma í gongd við at lesa Bíbliuna.
Í hesum heftinum fer høvundurin gjøgnum alt evangeliið eftir Lukasi. Lukasarevangeliið setur sjóneykuna á Jesu líðing, deyða og uppreisn, tí tað er aðalmálið í kristindóminum. Lukas hevur havt tætt samband við eygnavitni til Jesus lív, til dømis bróðir Jesusar og óivað eisini Mariu, móðir Jesusar. Samstundis var hann Paulusar trúgvi fylgisveinur í fleiri ár.
Í heftinum eru 90 stykkir, har ein fyrst lesur ein stuttan bíbliutekst úr Lukasarevangeliinum og síðani kann fáa eina stutta frágreiðing, sum letur upp fyri boðskapinum í bíbliutekstinum.