Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Hvar er Gud í einum heimi við koronavirusi?

Útselt
95,00 kr

Bílegg í seinasta lagi 1. juni og fá bókina dagin eftir útgávutiltakið.

Vit liva í einum heilt serstøkum tíðarskeiði, ið fer at hava stóra ávirkan á okkara framtíð. Uttan mun til hvørja heimsáskoðan ella trúgv vit hava, so er nógv av tí, sum vit mettu at vera púra vist og trygt, ikki soleiðis longur. Um tú ert kristin ella ei, so er koronavirusfarsóttin ørkymlandi og ger okkum ótrygg. Hvussu kunnu vit hugsa gjølla um hetta, so at vit fara at klára okkum ígjøgnum kreppuna?

Í hesi stuttu og tó djúpu bók viðger ein professari á universitetinum í Oxford koronavirusið í ljósinum av ymiskum heimsáskoðanum. Hann vísir á, hvussu kristna heimsáskoðanin ikki bert hjálpir okkum at skilja støðuna, men eisini bjóðar okkum eina veruliga vón at halda fast í.

 

“Henda djúpa bók, sum er løtt at lesa og gevur troyst, fer at hjálpa tær at skilja tær avbjóðingar, sum vit saman standa í.”

Dr. Peter Saunders, forstjóri í International Christian
Medical and Dental Association (ICMDA)


“Ongin í vesturheiminum hevur eina greiðari og vísari rødd enn John Lennox. Øll tey, sum hava hoyrt deyðseingilin flúgva um heimin og eru steðgað á at hugsa, áttu at lisið hesa bókina.”

Os Guinness, høvundur, hevur skrivað Unspeakable

 

Eitt tilboð við hesari bókini + "Gud fyri skotum" fæst við at trýsta her!

 

 

Rithøvundur: John Lennox
Forlag: KFS
Útgivin: 2020
Blaðsíður: 86