Kald det kærlighed - Missionærliv i Peru
Tað var ikki bara ævintýrahugur, sum í 2002 fekk Roar og Merete Steffensen at flyta úr Danmark til Peru. Hetta var eisini av kærleika og tí, at tey høvdu fingið eitt kall. Kærleika til Gud og eitt fólk, sum hevði tørv á at hoyra tað kristna evangeliið.
Í bókini greiðir Roar frá mongu árunum í missiónsarbeiði í Peru og tí luthersku kirkjuni, sum hann framvegis er virkin í gjøgnum Luthersk Mission.
Gjøgnum frágreiðingar um viðurskiftini í Peru, um upplivingar hjá familjuni, um uppgávur og viðurskifti millum kirkju, missiónsfelagsskap og trúboðarar fáa vit eitt bersøgi innlit í bæði avbjóðingar og stríð, men eisini tær mongu signingarnar, sum ein fær við at vera í tænastu hjá Gudi.
Rithøvundur: Roar Steffensen
Forlag: LogosMedia
Útgivin: 2020
Blaðsíður: 248