Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
Dæmring i Nord

Dæmring i Nord

250,00 kr

Germanarin Atretes hevur verið fangi í Róm í 10 ár. 10 ár, sum hava gjørt hann til tann best umtókta gladiatorin. Á leikvøllinum hevur vreiðin og stoltleikin hjálpt honum til hóra undan og verða verandi ósigraður, og nú hevur hann at enda vunnið sær frælsi. Men uttanfyri leikvøllin hevur ikki eydnast líka væl hjá honum. Tann spilta ríkmansdóttirin Julia Valerian hevur svikið hann og latið nýfødda sonin leggja út á klettarnar fyri at doyggja. Tað, sum Atretes ikki veit, er, at kristna trælkvinnan hjá Juliu, Hadassah, hevur trygt latið barnið til ápostulin Jóhannes.

Tann unga kvinnan Rizpah livdi eitt vesaligt lív í Efesus, til ein kristin jødi fann hana, og hon varð ein partur av kristnu meinigheitini í býnum. Men nú hevur sorgarleikurin rakt hana. Maður og pinkubarn hennara eru bæði deyð, og lívið tykist ikki longur at hava nakra meining. Tá ið Jóhannes leggur ein nýføddan drong í hennara armar, verður hann miðdepilin í hennara tilveru. Men vilja foreldrini hjá barninum veruliga ikki vita av honum.

Tá ið Atretes frættir, at sonur hansara enn er á lívi, fer hann at leita eftir honum, og hansara størsta ynski er at taka hann við til Germania.  Barnið vil tó bara vita av síni fosturmannu, so móti sínum vilja noyðist Atretes at taka Rizpah við sær longu ferðina til Germania. Alla tíðina bresta hansara stoltleiki og hennara trúgv saman. Hansara eitrandi hatur til Róm ger ferðina trupla, og tað verður enn truplari, tá ið tað vísir seg, at tann einasti, sum kann vísa teimum leiðina allan vegin frá Efesus til Germania er ein rómverskur heryvirmaður, sum ætlar at bera gleðiboðskapin um Jesus til Germania.

Hvisken i vinden eftir Francine Rivers er triðja bók í røðini “Løvens mærke”.

 

Rithøvundur: Francine Rivers
Forlag: Scandinavia
Útgivin: 2016
Síðutal: 612


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum