Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Ekko i mørket

250,00 kr

Við hjálp frá læknanum Alexander kemur tann kristna trælinnan Hadassah livandi frá at vera álopin av leyvunum í arenuni. Øll rokna við, at hon er deyð, og Hadassah er farin at bera slør fyri at fjala seg sjálva og tey merkini, sum nú eru á hennara likami. Hon fær arbeiði sum hjálparfólk hjá Alexanderi og hjálpir læknanum í tí fátæka partinum av býnum, har hon verður kend sum Rafa, lekjarin, sum við trúarinnar mátti grøðir tey sjúku og boðar gleðiboðskapin.

Tá ið Julia Valerian, hennara gamli bøðil og marra, verður sjúk, noyðist Hadassah at taka eina trupla avgerð; skal hon fara aftur til húskið hjá Valerian at hjálpa Juliu, og harvið seta seg sjálva í vanda fyri at verða avdúkað og avrættað?

Hvørki Julia ella beiggi hennara, Marcus, veit, at tey bæði hava elskað ta kvinnuna, sum nú fjalir seg aftanfyri slørini – eina kvinnu, sum tey trúðu var deyð. Marcus heldur fram við at leita eftir trúgv og meining, og tá ið hann vendir sær burtur frá ríkidøminum í Róm, verður hann av eini teskandi rødd frá fortíðini tikin við á eina ferð, sum kann loysa hann úr sálarinnar myrkri. Fer hann at finna Gud og verða tann maðurin, sum Hadassah veit, at hann kann verða? Og fer neistin millum Hadassuh og Marcus at birtast aftur?

Ekko i mørket eftir Francine Rivers er seinna bók í røðini “Løvens mærke”. 

Rithøvundur: Francine Rivers
Forlag: Scandinavia
Útgivin: 2015
Síðutal: 584