Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Kristus er opstanden! - og hvad så?

150,00 kr

“...niðurfarin til heljar, triðja dagin staðin upp frá deyðum...”

Orðini koma næstan av sær sjálvum, tá ið vit siga trúarjáttanina. Tey eru vorðin so sjálvsøgd, at vit kanska ikki so frægt sum hugsa um innihaldið.

Soleiðis var tað ið hvussu er hjá rithøvundinum hjá hesi  bókini, men tá ið hann legði merki til tey, gjørdi hann av at kanna, hvat Bíblian í veruleikanum sigur um Jesu uppreisn og hennara týdning fyri okkum. Burturúr tí er komin ein sera hugfangandi, persónlig og skemtilig bók. Sam Allberry viðger sínar egnu blindu vinklar og fordómar og sammetir teir við Bíbliunnar boðskap um Jesu – og okkara – uppreisn.

Her verður eitt nýtt og spennandi ljós sett á bíbliubrot, sum vit hildu okkum kenna út í æsir. Tað er virðismikil bíbliuútlegging, skrivað so øll kunnu skilja.

 

Rithøvundur: Sam Allberry
Forlag: Lohse
Útgivin: 2012
Blaðsíður: 203