Bag billedet
Í øllum sambondum er eitt spæl millum ymisk bílæti undir skorpuni – bílæti, sum vit síggja veruleikan ígjøgnum, og sum í ringasta føri reingir hann til vandamiklar lygnir.
Henda bókin er um, hvussu hesi bílætini taka seg upp, hvussu tey ávirka okkum, hvussu vit kunnu bróta við teirra ávirkan, og hvussu vit kunnu flyta frá bílætaheiminum til veruleikaheimin.
Fyrst og fremst fokuserar Magnus Malm á sjálvsbílæti og gudsbílæti: Tori eg at fara afturum bílætini – afturum hvussu ið eg ímyndi mær meg sjálvan og Gud? Tori eg at leggja skortin og møta Gudi, sum eg eri – og sum hann er?
Magnus Malm skrivar um hetta evnið við støði í sínum drúgvu royndum við retretum og andligari vegleiðing.
Rithøvundur: Magnus Malm
Forlag: Boedal
Útgivin: 2003
Blaðsíður: 224