Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
Barnabíblia úr Norðri

Barnabíblia úr Norðri

180,00 kr

15 ymiskir rithøvundar og 15 ymiskir myndprýðarar hava givið sítt íkast til Barnabíblian úr Norðri

Tær mongu frásøgurnar eru sagdar og endursagdar fleiri ferðir, síðan tær vóru til fyri mognum, mongum árum síðan. Og tað eru tær, tí at frásøgurnar alla tíðina biðja um at verða tulkaðar.Hvør tíð má útleggja av nýggjum, og fráøgurnar fáa skap alt eftir, hvar í verðini tú ert staddur.

Frásøgurnar í hesari bókini eru skrivaðar við støði í verðini hjá barninum og í barnsins undran. Men tær eru um somu tíð søgur, soleiðis sum rithøvundarnir og teknararnir sjálvir halda, at tær eiga at týðast. Øll, sum hava givið sítt íkast til bókina, hava havt fríar hendur til at fortelja søguna á sín egna hátt.

 

Rithøvundur: Ymiskir
Forlag: Føroya Lærarafelag
Útgivin: 2014
Blaðsíður: 152


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum