Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
Barnabíblia við fløgu

Barnabíblia við fløgu

150,00 kr

Í hesari barnabíbliuni kanst tú lesa 50 kendar bíbliusøgur, sum Johannes Møllehave hevur skrivað. Møllehave dugir væl at skriva til børn og vaksin, og Amy Tausen hevur við hepnari hond týtt tekstin til føroyskt.
Lise Rønnebæk hevur skapað litføgru myndirnar, ið prýða hvørja síðu í bókini. Myndirnar eru avbera vakrar, gjørdar úr ymiskum tilfari.
Í barnabíbliuni er ein fløga. 12 av søgunum eru sangir, sum børnini saman við góðum sangarum kunnu syngja, um tey seta fløguna í telduna ella fløguspælaran.
Á fløguni eru eisini 12 stuttlig telduspøl. Til dømis ber til hjá børnunum at bjarga Mósesi undan krokodillunum, fella Góliat, leggja litir á Betlehem og mangt annað.
Bíblian er ætlað børnum úr trimum upp í nýggju ár - og øllum barnasligum sálum!

 

Rithøvundur: Johannes Møllehave
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur
Útgivin: 2000
Blaðsíður: 288


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum