Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Brøv frá Lív

99,00 kr

Ein ung genta skrivar í neyð síni nøkur brøv til farbróður sín. Hon er við barn, og unnusti hennara og foreldrini, bæði hansara og hennara, hava lagt trýst á hana at velja fosturtøku. Hon sær sær als ongan útveg.

Bókin er eitt skakandi og grípandi íkast til eitt sera aktuelt og viðkomandi kjak, skrivað við støði í sonnum hendingum. 

"Henda bók átti at verið kravdur lesnaður hjá foreldrum og skúlanæmingum", skrivaði forlagið Lohse, tá ið bókin kom út í Danmark. 

Bardagin ímóti fríari fosturtøku má halda fram.

Brøv frá Lív er eitt sterkt vápn í hesum bardaga, kanska eitt av teimum sterkastu - einføld og erlig - bara orð frá gentuni sjálvari. 


Jógvan á Lakjuni, fyrrv. løgtingsformaður, hevur týtt bókina úr norskum. Í fororðinum skrivar hann: 

”Smáar bøkur kunnu vera innihaldsríkar og týdningarmiklar, og ”Brøv frá Lív” er avgjørt ein slík bók. 

Fyri árum síðan fekk eg hana upp í hendurnar á norskum. Bókin er eisini á donskum, og eg nýtti hana onkuntíð í undirvísing míni í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum.

Kom fram á hana aftur herfyri, og nú ið tosað verður um at lóggeva um fría fosturtøku í Føroyum, helt eg, at eg skuldi umseta bókina til føroyskt.

Hon er eitt grípandi íkast til hetta sera viðkomandi kjakið og er skrivað við støði í sonnum hendingum.”