Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
De to skal være ett

De to skal være ett

240,00 kr

Tann, sum ætlar at koyra bil, má ígjøgnum bæði teoretiska og praktiska upplæring. Men tann, sum vil inn í hjúnalag og samlív, má finna út av meginpartinum sjálvur – við vanda fyri at renna á, fáa skøvur og enda við einum vraki.

Tað hendu broytingar í familjulívinum, tá ið fólk gjørdust kristin. Frá gamlari tíð hevur kirkjan vegleitt um etiskar spurningar í samlívinum. Eisini í dag kunnu hjúnalag og familjulív verða endurnýggjað, um ein tekur bíbilsku áminningarnar til sín.

Rithøvundurin er sannførdur um, at Gud hevur givið hjúnalagið sum eina heilaga og góða skipan um samlívið millum kvinnu og mann. Hjúnalagið er frá Guds síðu ætlað at vera sum lívslong eingifta. Bókin vísir á, at tað er gott fyri børn at vaksa upp í eini familju, har mamma og pápi halda saman. Hon viðger eisini, hvat ið Bíblian sigur um uppafturgiftu.

 

Bókin er á norskum!

 

Rithøvundur: Stig Magne Heitmann
Forlag: Lunde forlag
Útgivin: 2003
Blaðsíður: 160


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum