Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
Den autentiske leder

Den autentiske leder

200,00 kr

Orðið autentiskt er skylt við orð sum ekta, álítandi og trúverdugt. Nehemia í Gamla Testamenti er eitt dømi eitt sovorðið autentiskt menniskja. Hann lætst ikki at vera nakað annað enn tað, hann var.

Nehemia megnaði at loysa eina uppgávu, sum fleiri undan honum vóru komin í rasshaft av. Tað stendst í stóran mun av, at hann var ein autentiskur og dugnaligur leiðari, men tá ið saman um kemur, var tað Guds signing, sum gjørdi munin. Nehemia læt seg brúka av Gudi og var honum tøkur.

Tað kunnu vit læra av. Tí gevur tað góða meining at kava niður í Nehemiabók og hyggja at, hvat ítøkiliga eyðkendi Nehemia og hansara hátt at liva og leiða.

Tað er júst tað, sum Tonny Dall Sørensen ger í hesi bókini. Sum landsleiðari fyri Indre Missions Ungdom, hevur íblástur og eggjan til uppgávuna frá Nehemia. Tað er tann íblásturin og tær royndirnar, hann borðreiðir við í bókini.

 

Rithøvundur: Tonny Dall Sørensen
Forlag: Lohse
Útgivin: 2017
Blaðsíður: 218


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum