Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
Djævelens ånd og tidens ånd

Djævelens ånd og tidens ånd

50,00 kr

"Satanisma er um at seta teg sjálvan sum mittpunkt fyri tína verð.Tú mást læra teg sjálvan at kenna: hvat brennir tú fyri, og hvat eru tínar gávur? Tá tú veit tað, so mást tú miðvíst royna at røkka okkurt á hesum økjum. Satanisma er ein natúrlig menning av tínari persónmensku...kenn teg sjálvan, fullgerð teg sjálvan og fá virðing!"

Soleiðis orðar Sátans Kirkja í USA sína grundleggjandi læru. Tað avgerðandi er ikki, at man tekur lut í duldarfullum gerðum, men at mann søkir seg sjálvan, og livir fyri seg sjálvan. Man tilbiðjur illamann við at tilbiðja seg sjálvan. Jú meira man ger tað, jú meir vil djevulsins andi fáa valdi á tínum hjarta og sinni.

Í okkara tíð eru tað fleiri og fleiri, sum venda síni eygu móti djevlinum, og gera sáttmála við hann fyri at fáa framgongd, heiður og navnframi. Í bókini eru dømir um hetta, og eru tey líka frá Karen Blixen til stóru sangstjørnurnar í dag. Illimaður er gudur í hesum heimi, og hann hevur vald til at geva stórar gávur í hesum heimi. Men hann tekur altíð meir enn hann gevur. Hann leiðir menniskju upp á hægstu tindar, og niður í djúpastu heljardýpi, alt í einum. Og hansara endamál er ævig glatan.

Bókin vil kortini meir enn at vísa á ræðandi dømir. Hon vil vísa, at ætlanin og hugsanin hjá illimanni setir dám á tíðina og mentanina vit liva í í dag. Vit eru øll merkt av hesum - eisini í tí kristnu meinigheitini. Tá kristna boðanin avmarkast til eitt lyfti um, at Gud fer at hjálpa okkum at fremja okkum sjálvi og fáa tað besta burturúr lívinum til okkum sjálvs, tá hevur kristindómurin vendt seg til sín mótsetning. Tá er tað hugsanin hjá illamanni, sum verður boðað og spjadd út í kristnu meinigheitina.

 

Rithøvundur: Mikkel Vigilius
Forlag: Luthersk Missions Bibelskoles Elevforening
Útgivin: 2015
Blaðsíður: 57


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum