Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
Dýrur longsul

Dýrur longsul

50,00 kr 89,00 kr

31 andaktir.

Konan ringdi til mannin í langfarasigling. "Tú skalt ikki ringja til mín, tí tað kostar 50 kr. um minuttin. Eg skal ringja til tín, tí tað er nógv bíligari" segði maðurin.
"Eg veit tað væl, men eg mátti ringja, tí mær leingist eftir tær!" segði konan

Longsul millum menniskju kann vera dýrur. Dýrasti og størsti longsul, ið er til, er tó Guds longsul eftir tær - eftir mannaættini.
-Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín hin einborna...- Joh. 3,16
Bøn mín er tí, at hesar andaktirnar koma at sýna tær:
- nakað av Guds stóra og dýra longsli eftir tær
- hvussu neyðugt og gott tað er at verða funnin og vunnin av Jesusi.

Torleif Johannesen

 

Rithøvundur: Torleif Johannesen
Forlag: Heimamissiónsforlagið
Útgivin: 2006
Blaðsíður: 69


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum