Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 800 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Efterfølgelse - Credo Klassiker)

230,00 kr

“Ein bílig náði er deyðsfíggindin hjá okkara kirkju.... er náði uttan kirkjuaga, kvøldmáltíð uttan syndajáttan, boðan um syndanna fyrigeving uttan persónligt skriftarmál. Bílig náði er náði uttan eftirfylging, náði uttan kross, náði uttan tann livandi Jesus Kristus, sum er vorðin menniskja”.
Hendan bókin er ein klassikari, sum hevur vegleitt og bjóðað mongum kristnum av – ikki minst orsaka av, at høvundurin, tann týski presturin Dietrich Bonhoeffer, sjálvur livdi tað, hann skrivar um. Í síðsta enda kostaði tað honum lívið at tala sannleikan í Hitler-Týsklandi. Vegna sín rættleika er Bonhoeffer ein av mest virdu gudfrøðingum.
Fyri Bonhoeffer er tað at tosa um Guds náði uttan samstundis at tosa um eftirfylging av Kristusi ein svikagerð.
Í hesi framúrskarandi gjøgnumgongd av Fjallaprædikuni sigur Bonhoeffer, at eitt satt kristinlív bert kann livast við eftirfylging.