Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
En blodrød tråd gennem Johannes’ åbenbaring

En blodrød tråd gennem Johannes’ åbenbaring

135,00 kr 200,00 kr

Henda bókin er ein mergjað innførsla í boðskapin hjá Opinberingsbókini. Allan vegin er hon við til at leiða til eitt stórt takksemi fyri Jesus.

Tað er eyðsæð, at Sverre Bøe nágreiniliga og á høgum stigi hevur kannað bæði Gamla og Nýggja Testamenti. Samstundis hevur hann eini serstøk evni til at miðla torgreitt tilfar, so tað er lætt at skilja, nærverandi og sálarrøktarligt.

Hann fer ikki uttanum at taka evni, sum kjak hevur staðist av, upp, men hann ger tað við eyðmýkt, varsemi og framum alt einari stórari virðing fyri Guds orði.

Hann heldur fast í ómildu taluni í Opinberingsbókini um trongdirnar á síðstu døgum fyri kristin og boðar samstundis Guds umsorgan, almátt og troyst inn í trongdina.

Hann roynir ikki at krógva ræðuliga álvaran í glatanini, men boðar treystliga Guds frelsuvilja og ta dýrdina, sum vit hava sum Guds børn, og sum bíðar okkum á nýggju jørðini.

Daniel Burgdorf, lærari á Luthers Missions Højskole

 

Rithøvundur: Sverre Bøe
Forlag: LogosMedia
Útgivin: 2012
Blaðsíður: 198


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum