Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
Før Amen - kraften i den enkle bøn

Før Amen - kraften i den enkle bøn

200,00 kr

Øll biðja... onkuntíð.

Vit biðja, tá ið knykilin er illkynjaður. Tá ið bankakontanverður tóm, áðrenn mánaðurin er liðugur. Tá ið hjúnalagið er við at losna í súðunum.

Tá biðja vit – og vit ynskja samstundis, at vit kundu biðið meira, betur, djypri, sterkari, við størri ídni ella trúgv.

Men gerandisdagurin rópar. Vit skulu røkja okkara størv og familjur, gjalda rokningar og halda freistir... Allar okkara góðu ætlanir missa ondina í okkara fulla kalendara.

Men manglandi bøn kann eisini – rangvørgt sum tað ljóðar – vera orsakað av, at vit krevja meira av okkara bøn, enn Gud ger.

Í hesi bókini greiðir Max Lucado frá, hvussu vit gjøgnum heilt einfaldar bønir í gerandisdegnum kunnu uppliva Guds nærveru og vegleiðing og fáa endurnýggjað álit á hann. Max Lucado minnir okkum á, at bøn ikki er eini framíhjárættindi ella ein listagrein fyri tey serliga gudrøknu. Bøn er heilt einfalt ein erlig samrøða millum Gud og hansara barn.

Les bókina og lat samrøðuna byrja.

 

Rithøvundur: Max Lucado
Forlag: Lohse
Útgivin: 2017
Blaðsíður: 190


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum