Forbilledlig uperfekt
Ert tú ein góð fyrimynd? Ert tú nóg góður, nóg dugnaligur, nóg heilhjartaður? Ert tú í heila tikið nóg mikið?
Hendan bókin vísir hvussu umráðandi tað er við góðum fyrimyndum og hevur til endamáls at vísa lesaranum, hvussu ein í sínum ófullkomileika kann vera ein fyrimynd, og hava dirvi til at gera sítt lív og royndir tøkar fyri øðrum.
Í spenningsøkinum millum jantilóg og perfektionismu kannar høvundurin, hvat tað er, sum eyðkennir ta sunnu fyrimyndina. Við dømum úr Bíbliuni og lívinum vísir hann á ein veg til at gera upp við tað mótloysi, sum livir av eini idealmentan, har bara tað perfekta – men í veruleikanum ómøguliga – er nóg gott.
Bókin vendir sær til ung, vaksin og eldri við eini eggjan til at geva eitt íkast til ein lívgevandi felagsskap tvørtur um ættarlið.