Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Forkynd for børn - om lov og evangelium

30,00 kr

“Lógin vísir á mínar gerðir. Hon peikar alla tíðina á meg og sigur: ‘Tú skalt, tú mást ikki.’ Lógin vísir mær, at eg ikki geri tað rætta, ja, at eg ikki so frægt sum vil tað rætta, tí sigur hon: ‘Tú ert sekur!’ Gleðiboðskapurin harafturímóti vísir ikki á gerðir, men á trúgv. Og trúgvin er ikki ein gerð.”

Samanrenningin av lóg og gleðiboðskapi er tann mest vanlukkuligi feilurin, sum kann verða gjørdur í boðanini til bæði børn og vaksin – og kanska tann vanligasti.

Í “Forkynd for børn” gevur tann kendi norski gudfrøðingurin Carl Fr. Wisløff einfalda og greiða undirvísing um tann avgerandi munin millum lóg og gleðiboðskap. Ein undirvísing, sum er sera virðismikil fyri øll, eisini tey, sum ikki boða til børn.

 

Rithøvundur: Carl Fr. Wisløff
Forlag: LogosMedia
Útgivin: 2017
Blaðsíður: 30