Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
Forsvar for troen

Forsvar for troen

200,00 kr

Ígjøgnum søguna hava verið nógvir týðiligir og væltalandi verjar fyri kristnu trúnna. Men við teimum nýggju avbjóðingunum frá nýateismuni er tørvur á eini nýggjari og smidligari tilgongd til apologetikkina (trúarverjuna). Ætlanin við “Forsvar for troen” er ikki endiliga at búgva lesaran út til at kunna vinna orðaskiftið, tá ið teir vanligu apologetisku spurningarnir verða viðgjørdir. McGrath er harafturímóti talsmaður fyri einari apologetiskari tilgongd, sum ikki bara talar til skilið, men eisini til hjartað og hugflogið.

“Trúarverja skal ikki síggjast sum ein verjukendur og fíggindaligur atburður mótvegis heiminum,” sigur McGrath, “men sum eitt kærkomið høvi til at vísa innihaldið í tí skattinum, sum tann kristna trúgvin vituliga er.”

 

Rithøvundur: Alister E. McGrath
Forlag: Kolon
Útgivin: 2016
Blaðsíður: 185


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum