Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
Gjøgnum nálareygað

Gjøgnum nálareygað

225,00 kr

Myndamál Jesusar

Gjøgnum nálareygað er ein bók um líknilsi Jesusar og hvussu hann nýtti myndamál í boðskapi sínum. Sum ein gávuríkur listamaður málaði Jesus livandi myndir við einføldum orðum, og sum ein evnaríkur skræddari læt hann boðskapin í ein búna, sum øll kundu skilja. Hann nýtti myndamál, sum øll kendu, fortaldi søgur, sum hóskaðu til umstøðurnar, og lærdi sannleikar, sum ein og hvør kundi taka til sín og akta. Søgur hansara vóru viðkomandi fyri ung so væl sum gomul, fátøk so væl sum rík og ólærd so væl sum lærd. Enn í dag eru líknilsi Jesusar kend um allan heim og hjálpa teimum, sum vilja lurta, at skilja djúpu, ríku og lívsumbroytandi sannleikarnar í einfaldu søgunum.

 

Rithøvundur: Jógvan Zachariassen
Forlag: Gávugrunnurin JUZ
Útgivin: 2016
Blaðsíður: 336


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum