Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
Gud fyri skotum - hví nýateistarnir ikki raka málið

Gud fyri skotum - hví nýateistarnir ikki raka málið

248,00 kr

GG! Lesandi og næmingar annars kunnu fáa bókina fyri 175 kr. viđ at senda eini bođ til Gud fyri skotum á Facebook. Upplýs navn, flokk og skúla. Trýst her.

 

Um bókina

Ateisma breiðir seg í vesturheiminum, og fíggindi hennara er Gud. “Nýateistarnir” tvíhalda um, at átrúnaður “er vandamikil”, at hann “drepur” ella “eitrar alt”. Og um trupulleikin í heiminum er átrúnaður, so skjóta teir eina einfalda loysn upp: burtur við átrúnaði.

Men er tað veruliga so einfalt? John Lennox leggur eitt nú eftir Richard Dawkins, Stephen Hawking, Christopher Hitchens og Daniel Dennett við at varpa ljós á skeivu framferð teirra og vísir á, at teirra óskynsama og óvísindaliga háttalag ger teir sekar í somu stívrendu fávitsku, sum teir ákæra trongskygd trúgvandi fyri.

Við at fevna víða og grava djúpt gevur Gud fyri skotum nýateistunum mong lemjandi sløg. Í bókini verða eisini nýggjar hugsanir um Gud og kristnu trúnna førdar fram, ið geva bæði bestu vinum og argastu fíggindum hjá nýateistunum okkurt at grunda á. 

Bókin kemur út 26. mars 2018.

Rithøvundur: John C. Lennox

Forlag: KFS og Sprotin

Útgivin: 2018

Blaðsíður: 292


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum