Gudsargumenter
230,00 kr
Gjøgnum søguna hjá kirkjuni og guðfrøðini, hava kristin roynt at próvføra skynsamt fyri teirra trúgv. Uttan mun til um kirkjan hevur havt eina mentanarliga valdsstøðu ella verið ein týdningarlítil stakmentan, hava guðfrøðingar brúkt skynsemi til partvíst at finnast at øðrum trúarsamfeløgum og hugsunarháttum, og partvíst at undirbyggja kristindómsins sannleika.
Í bókini skrivar ein røð av norðurlendskum guðfrøðingum og religiónsfilosofum um hendan dupulta arv við støði í spurninginum: Er Gud til? Úr ymsum sjónarhornum, verður í ymsu greinunum í bókini, greitt frá próvførslum bæði fyri og ímóti Guds tilveru. Tær ymsu granskingarnar vísa hvør sær, at kristin trúarverja er sprelllivandi og sera aktuel.