Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
I frafaldets tid

I frafaldets tid

150,00 kr 180,00 kr

“I frafaldets tid” er ein skaldsøga, sum lýsir lívið í eini meinigheit. Bókin varð skrivað í 1942, men hon hevur ein sera aktuellan boðskap.

Meinigheitin, sum verður nevnd “Guds samfund”, er ein stór meinigheit í einari norskari bygd tíðliga í 20. øld, men tað kundi líka so væl verið eitt missiónshús ella ein frímeinigheit í Føroyum. Tað er ein vælskipað meinigheit, sum dregur nógv fólk til sín. Tað er tann størsta meinigheitin í bygdini, hon er vird millum fólk, hon hevur eitt vælsyngjandi kór og ein dugnaligan prest, sum dugir væl at skipa arbeiðið. Av og á eru vekingarmøti í meinigheitini, og at síggja til verða fólk frelst.

Í bókini hoyra vit um bátasmiðin Johannes, sum setur spurnartekin við støðuna í meinigheitini. Hann spyr meinigheitina frá talarastólinum, um tey hava pláss fyri Jesusi, tá ið hann stendur og bankar. Vit hoyra um, hvussu hesin boðskapurin verður móttikin í meinigheitini, og vit hoyra um, hvussu væl alt verðsligt trívist í henni. Vit hoyra um, at ein boðskapur verður boðaður, har Gud er hjálpari, har hann eigur at vera harri. Men vit hoyra eisini um, at meinigheitin fær at hoyra tann sanna boðskapin, at tey mugu verða fødd av nýggjum.

Søgugongdin í bókin, sum í síni fyrstu útgávu æt “Vore lamper slukkes”, vísir støðugt til frásøgnina um tær tíggju moyggjarnar, tá ið hon greiðir frá teimum hygnu og óhygnu í kristnu meinigheitini, og samstundis vísir hon á ta góðu læruna og ta villleiðandi læruna.

Bókin er skrivað í einum løttum og fangandi máli, og tað ger, at tú fært ilt við at sleppa bókini, áðrenn hon er liðugt lisin, tí um somu tíð sigur hon eina góða søgu og setur spurningar, sum altíð eru aktuellir í einari kristnari meinigheit. Spurningar, har tú sum lesari hugsar, hvar tú ert. Stendur Jesus og bankar, ella er hann komin inn?

Er bókin so viðkomandi í dag? Ja. Boðskapurin í henni er viðkomandi til eina og hvørja tíð í eini kristnari meinigheit. Vit hava lætt við at minka um týdningin av Guds orði, soleiðis at fólk kunnu taka undir við tí. Bókin minnir á, at Guds orð stendur fast, og at kristin fólk mugu standa fast við tað, hóast tað kann vera trupult.

Bókin hevur ein boðskap, sum ger, at hon er verd at lesa.

Hans Erik Hansen

 

Rithøvundur: J.F. Løvgren
Forlag: LMBE
Útgivin: 2014 
Blaðsíður: 204


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum