Í lívsins dansi
68,00 kr
Arbeiði fyri Guds ríki ber í sær álit frá báðum pørtum, Jesusi og lærusveinum hansara. Her verður eingin sáttmáli settur upp eftir ávísari reglugerð. Nei, vit rokna við Jesusi, og Jesus roknar við okkum.
Lat okkum minnast til vegleiðarar okkara!
Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir.
Um sína egnu umvending sigur Clement Eliassen í bókini >>Men Gud greb ind<< (1960), at hann fekk eina livandi trúgv í sínum ungu árum.
>> í 15 - 18 ára aldrinum talaði Guðs orð sterkt til mín. Orðið kallaði meg til eina livandi trúgv, kallaði meg úr myrkrinum til ljósið. Eg kendi meg kallaðan at bera boðskapin um Guds fullgjørda frelsuverk til líkasæl og vantrúgvandi menniskju - neyðars farnar syndarar.<<