Játtanir Augustinusar
Aurelius Augustinus er tann týdningarmesti av øllum teimum latínsku kirkjufedrunum. Hann hevur sett sín dám á gudfrøði og kirkjulív og hevur haraftrat havt alstóran týdning fyri vesturevropeiska mentanarliga siðaarvin í víðari merking.
Játtanir Augustinusar er ein av teimum mest týðandi og mest nýskapandi verkunum í latínskum bókmentum. Bókin er skrivað, tá ið høvundurin var fyrst í fýratiárunum í teimum seinastu árunum av fjórðu øld e. Kr. og í teimum fyrstu árunum, hann var biskupur. Hon endurspeglar lív hansara og virksemið við at endurminnast og tulka eina lívsgongd.
Í síni sjálvsævisøgu skrivar hann um tvørleikarnar barnaárini í Tagaste í Norðurafrika, knossið at koma ígjøgnum ungdómsárini í Karthago, tíðarskeiðið, hann var manikeari, um móðurina Moniku, um sína umvending til kristindómin og um dópin í meginkirkjuni í Milano.
Henda útgávan, sum er tað fyrsta av Augustinusi, ið útgivið er á føroyskum, hevur Confessiones í heilum líki, eisini tær tríggjar seinastu heimspekiligu bøkurnar um tíðina og skapanarsøguna, sum sjáldan verða tiknar við. Her kemur týðuliga til sjóndar, hvussu djúphugsandi og fjøltáttaður Augustinus er.