Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
Kristen single

Kristen single

125,00 kr 260,00 kr

 

Næstan helvtin av øllum vaksnum eru ógift í dag. Tó leggja nógvar meinigheitir so stóran dent á hjúnalag og familjulív, at kristin støk kunnu kenna seg uttanfyri. Hóast Jesus var stakur, so verður tað ofta gjørt til ein trupulleika at vera stakur.

“Kristen single” bjóðar hesum sjónarmiðnum av og kemur við einum positivum bíbilskum sjónarmiði, har staklívið og hjúnabandið verða mett javnbjóðis. Heldur enn at koma við eini rúgvu av slitnum ráðum um, hvussu ein sum frægast kann koma ígjøgnum lívið sum stakur, gevur bókin eitt brúkiligt innlit í týðandi øki í staklívinum sum kynslív, vinaløg, og hvussu ein kann brúka sín eining til nakað uppbyggiligt.

Støk eru ikki hálv menniskju, sum leita eftir síni betru helvt, men heil menniskju, sum eru fullkomin í sínum samleika í Kristi. “Kristen single” vísir leiðina móti einum kristnum felagsskapi, har allir limir eru virðismettir líka nógv.

 

Rithøvundur: Al Hsu
Forlag: Credo
Útgivin: 2001
Blaðsíður: 288


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum