![Lille bog om nådegaver Náðigávur Manna.fo](http://keyp.mission.fo/cdn/shop/products/lille-bog-om-nadegaver-nadigavur-mannafo-786173_600x686.webp?v=1666203063)
Lille bog om nådegaver
Ein náðigáva er ein tænasta fyri og í meinigheitini, sum er givin og virkað av Heilaga Andanum. Hesa niðurstøðu kemur høvundurin til í hesi lítlu bók, har hann stutt og greitt greiðir frá, hvat stendur um náðigávur í Nýggja Testamenti.
Sum høvundurin sjálvur sigur: “Eg havi lagt dent á at skriva stutt, so lætt er at fáa yvirlit yvir innihaldið. Bókin er løtt at leita í, um ein bara hevur áhuga í einum einstøkum sjónarmiði um náðigávurnar ella í eini einstakari náðigávu. Tí kann hon lesast bæði frammanífrá og aftanífrá, og kann eisini nýtast sum handbók”.
Hon er eitt “must-have” fyri tann, sum er áhugaður í bíbliunnar læru um náðigávur, og hvussu tær virka í lívi hins einstaka og í meinigheitini.
Rithøvundur: Torben Kjær
Forlag: Lohse
Útgivin: 2011
Blaðsíður: 100