Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Luthersk guld

50,00 kr

“Luthersk guld” er ein øðrvísi bóklingur til bíbliulesnað við mergjaðum og persónligum tankum um Skriftina, Kristus, trúnna og náðina umframt dóp, altarborð og boðan. Framløgurnar og uppgávurnar í bókini knýta bíbliutekstirnar nær til okkara lív og kunnu nýtast sum støði í góðum samtalum.

Bóklingurin roynir at leggja dent á tað persónliga trúarlívið hjá luttakarunum í bíbliubólkinum. Høvundurin dittar sær at nýta sín egna persónliga vitnisburð sum dømi um, hvussu lívgevandi tað “lutherska gullið” er. Luttakararnir verða eggaðir til at nýta hetta “gullið” í sínum gerandisdegi – bæði til sín sjálvs, til onnur kristin og til menniskju, sum enn ikki eru vorðin kristin.

 

 

Rithøvundur: Jón Poulsen
Forlag: Lohse 
Útgivin: 2010
Blaðsíður: 48